Úrslit frá 1-Kamp Heyst Kappingum 2022

Farnu vikurnar hevur Styrkisambandið, saman við ymsum venjingarmiðstøðum í Tórshavn, skipað fyri 1-kamp kappingum innan styrkilyft. Kappast varð yvir tríggjar leygardagar, har tað var ein styrkigrein hvønn dag.

Tvørmegi, Burn og Yndi royndi seg sum fyriskiparir í ár, og tað eydnaðist avbera væl. Fleiri áskoðarar komu at hyggja hvørja kapping, nógv tung lyft vóru lyft og fleiri persónlig met vóru sett. Harumframt vórðu nøkur føroyskt met sett.

Fyrsta kapping varð hildin í Tvørmegi, og kappast varð í beinbend. Vinnarin gjørdist 45 ára gamli Eyðstein Simonsen, sum megnaði at lyfta heili 182,5kg.

Onnur kappingin varð hildin í Burn, har kappast varð í bonkpress. Hendan kappingin var eitt vet øðrvísi enn hinar. Tí sambært reglugerðini, er bert gjørligt at seta met til bonkpress, tá talan er um 1-kamp. Vinnararnir gjørdust Sofus B. Jakobsen og Kinna Úr Dímun. Tey bæði settu samstundis føroyskt met í sínum vektklassum.

Í seinastu og kanska mest spennandi kappingini, sum Yndi skipaði fyri, varð kappast í rættstøðulyfti. Hetta var mest spennandi kappingin ímun til úrslit. Tað eydnaðist Andra Dam at vinna gullið hesaferð, tó var hetta ikki avgjørt fyri enn tað síðsta lyftið var lyft.

Føroya Styrkisamband vilja takka øllum sum hava hjálpt til, og ein serlig tøkk til Tvørmegi, Burn og Yndi fyri at húsa kappingunum.

Úrslit kunnu síggjast her
https://urslit.styrkisamband.fo/plcompetitions