Tann seinasta av trimum styrkikappingum á Føroyaleikunum var í Perluni í Havn í dag.
Sjey luttakarar kappaðust í teimum trimum greinunum, sum eru í styrkilyfting (powerlifting): Beinbend (squat), Bonkpress (benchpress) og Rættstøðulyft (deadlift).
Hjá kvinnunum var ein luttakari, Vár Guriardóttir Hansen, sum luttók í styrkilyftingskapping fyri fyrstu ferð. Vár hevur annars áður róð og gjørt fimleik.
Lyftini hjá Vár vóru 135 kg í beinbend, 70 kg í bonkpress og 155 kg í rættstøðulyfti. Samanlagt lyfti hon í trýkampinum 360 kg, og tað gav henni 343,7 Wilks-stig.
Seks mans kappaðust í dag, og ovast á sigursskamlinum endaði Pól Hallur Davidsen at vera. Samanlagt lyfti Pól Hallur 617,5 kg, sum gav honum 424,59 Wilks-stig.
Lyftini hjá Pól Halli vóru 205 kg í beinbend, 132,5 kg í bonkpress og ikki minni enn 280 kg í rættstøðulyfti. Hetta er persónligt met hjá Póli Halli.
Næstu Póli var Fríði Hammer, sum eisini er ungdómslyftari. Fríði lyfti samanlagt 595 kg svarandi til 409,48 Wilks-stig. Lyftini vóru 220 kg beinbend, 145 kg bonkpress og 230 kg rættstøðulyft.
Á triðjapláss fingu vit Leif á Bøgarði, sum vann kappingina í olympiskari vektlyfting hósdagin. Í dag royndi hann seg fyri fyrstu ferð í kapping í styrkilyfting.
200 kg bleiv tað til í beinbend, 135 kg í bonkpress og 215 kg í rættstøðulyfti. Samanlagt 550 kg, ið svarar til 369,55 Wilks-stig.
Wilks-stig verða roknaði soleiðis, at hædd verður tikið fyri bæði lyfti- og kropsvekt.
Sí myndir her https://sff.fo/myndasavn-foroyaleikir-2021-styrkilyfting/
Kappingin í crossfit endaði eisini í dag, og íalt hava verið fýra styrkikappingar á Føroyaleikunum.