Skip to content
Home » Skeið til limir um antidoping

Skeið til limir um antidoping

Góðu limir undir Føroya Styrkisambandi (FSS), nevndarlimir og onnur, sum hava ein leiklut hjá FSS.

Arbeiðið við antidoping í Føroyum er nú skipað undir Anti Doping Føroyar (ADF). Uppgávan hjá ADF er at fyriskipa antidoping kanningar og at upplýsa um evnið.
ADF er í tøttum samstarvi við Anti Doping Danmark. Alt arbeiði á økinum vísir til altjóða stovnin WADA.

Tað verður nú krav til øll, sum skulu vera við í almennum styrkikappingum, at hava tikið grundskeið um antidoping.

Far inn á hesa leinkjuna:

Login (antidoping.dk)

Fyrst skrásetur tú teg og velur síðani hetta modulið: ”Antidoping 1

Tú ert eisini vælkomin at taka skeiðið ” Ung, krop og trivsel” um tú hevur hug.

Tað tekur uml 30-40 minuttir at gjøgnumganga skeiðið. Her er eitt sindur at lesa, onkur filmstubbi og spurningar har man kann testa sína vitan.
Endamálið er verða kunnaður um evnið, man dumpar ikki.

FSS fylgir við í skipanini hvør hevur tikið skeiðið. FSS sær einki um hvat luttakarar hava svarað, einans sum skeiðið er tikið.

Við styrkikvøðu

Heini Hátún Formaður FSS