Skeið í styrkilyfting

Í hesum døgum skipar Styrkisambandið fyri skeiðum innan kraftítróttargreinina, styrkilyfting.

Talan er um samstarv við Dansk Styrkeløft Forbund, har formaðurin, Klaus Brostrøm, ráðgevin, Peter Andersen og lyftarin Henning Thorsen standa fyri undirvísingini. Sí https://styrke.dk/

Skeiðið skapar neyðugu fortreytirnar, soleiðis at vit kunnu halda almennar føroyskar kappingar í styrkilyfting, undir ÍSF.

Dentur er á dómaraskeið, sum gevur ”Dommer B” førleikar. Eisini er undirvísing í, hvussu man skipar fyri kappingum, um reglugerð og um tey amboð, ið eru neyðug tá altjóða góðkendar kappingar eru.

Skeiðið er fultteknað við tólv luttakarum, sum umboðað ymsu umhvørvini í Føroyum, Yndi, Burn, Fullpower, Tvørmegi og onnur við. Skeiðið verður hildið í ÍSF húsinum, á Frælsinum, í Burn og aðrastaðni.

Fyrsta almenna kappingin í styrkilyfting, sum Styrkifelag Føroya skipar fyri, verður á Føroyaleikum í tíðarskeiðnum 8. til 11. juli. Kappingin verður í Perluni, á Tórsgøtu, leygardagin 10. juli. Tá koma vit at njóta ágóðan av hesum skeiðnum og fáa fyrstu veruligu royndirnar, sjálvi at skipa fyri kapping, sambært altjóða reglugerðum. Tað er altjóða IPF reglugerðin, sum er grundarlagið undir styrkilifting. Sí https://styrkisamband.fo/reglugerd-styrkilyfting/