Eldri og yngri vektlyftari vunnu hvør sítt DM

Niels Áki Mørk t.v. og Niels Juel Arge t.h.

Tveir føroyskir vektlyftarar lyftu seg til gull í donskum meistarastevnum í olympiskari vektlyfting herfyri. Báðir fara teir at luttaka á FM 2022, sum verður leygardagin kl 14:00 í Virknishøllini í Finsen í Havn.

19 ára gamli Niels Áki Mørk endurvann síðsta vikuskiftið DM Junior í vektklassanum 67 kilo og vann samlaðu kappingina í stigum. Lyftini vóru 89 kilo í trekk, 111 kilo í stoyt ella 200 kilo íalt. Næstsíðsta vikuskiftið vann

Niels Juel Arge vann DM Masters 55-59 ár í vektklassanum omanfyri 109 kilo. Niels Juel lyfti 82 kilo í trekk, 112 kilo í stoyt ella 194 kilo íalt.

Lyftini hjá teimum vóru sostatt nokkso jøvn, men stórur munur er kropsvekt og aldri, og ein lættari lyftari kann sætast við minni. Niels Áki er nokk størsta talentið í føroyskari vektlyfting í løtuni. Hann hevur nógv ár fyri framman, og framgongdin er støðug.

Í sjeyti- og áttatiárunum bleiv olympisk vektlyfting nógv íðkað í felagnum Bragdið í Havn. Síðani var steðgur í trý áratíggju, men seinastu árini er gongd komin á aftur. Talið av lyftarum økist, feløgini undir FSS eru blivin trý í tali, og málini eru høg, úti sum heima.

Niels Juel var virkin vektlyftari í áttatiárunum og lyfti tá sum 19 ára gamal undir venjing 115 kilo í trekk, 135 kilo í stoyt ella 250 kilo íalt (kropsvekt 84 kilo). Í kapping vóru lyftini 100 kilo í trekk, 130 kilo í stoyt ella 230 kilo íalt.

Í 1985 lyfti Andrias Andreassen í kapping 110 kilo trekk og 135 kilo stoyt, íalt 245 kilo (vektklassi 90 kilo). Annars gjørdu forsprákarar sum Bjarni Reynagarð og Helgi Nolsøe um seg í serliga sjeytiárunum.

Í 1980 lyfti Bjarni undir venjing 100 kilo trekk, 132,5 kilo stoyt, 232,5 kilo íalt (kropsvekt 73 kilo). Helgi er søguliga sæð sterkastur av øllum. Í 1980 lyfti hann 127,5 kilo trekk, 155 kilo stoyt, 282,5 kilo íalt (kropsvekt 95 kilo).

Í dag fær 35 ára gamli Leif á Bøgarði mest upp um høvd. Fyrr í ár 105 kilo í trekk, 131 kilo í stoyt ella 236 kilo íalt (kropsvekt 86 kilo). Hjá kvinnunum er tað Anna Kristian Niclasen, sum er stinnast við 80 kilo í trekk, 100 kilo í stoyt, 180 kilo íalt (kropsvekt 67,6 kilo).

Sum gongdin er í dag við støðugt vaksandi tali av íðkarum, kvinnum og monnum, gevandi samstarvinum við Frank Petersen, venjara í AK Atlas í Slagelse og landsliðslvenjara hjá donskum kvinnunum, og nógva felagsarbeiðinum her heima, er gott í væntu.

Leygardagin kl 14:00 verður Føroyameistarastevnan 2022 í Virknishøllini í Finsen (Fimleikarhøllin í Kommunuskúlanum). Nógvar spennandi útlendskar kappingar eru eisini fyri framman, og í 2024 verða Føroyar vertsland fyri Norðurlendsku meistarastevnuna.