Niels Áki skal kappast til NM

Niels Áki Mørk stoytir 107 kg til FM í 22′

Fyri fyrstu ferð skal ein føroyskur vektlyftari lyfta í altjóða kapping undir Merkinum

Tað gongur við rúkandi ferð hjá føroyskum vektlyftarum. Bæði tá vektir skulu lyftast, men eisini uttan fyri leikvøllin.

Í vetur eydnaðist at fáa norðurlendska viðurkenning. Tað ger, at føroyskir íðkarar nú kunnu kappast í norðurlendskum høpi undir Merkinum, og fyrstur at fáa hendan møguleikan verður Niels Áki Mørk.

Niels Áki, sum herfyri vann gull í DM fyri juniorar, betraði síni lyft í báðum kappingargreinunum leygardagin, og somikið nøgdur var Frank Petersen, ið er knýttur at venjingunum hjá fremstu føroysku lyftarunum, at hann eftir kappingina kunngjørdi, at hann hevur tikið Niels Áka út til norðurlendsku junior-kappingina, sum verður í Íslandi seinni í ár.

Eitt av stóru tiltøkunum fyri framman hjá Styrkisambandinum er, at Føroyar skulu verða vertir fyri NM-kappingini í 2024, og vónandi eiga vit tá nógvar lyftarar í kappingini.