15. og 16. September verður kappingin hildin í Lillestrøm í Noregi
Fyri fyrstu ferð í føroyskari styrkilyfting, hava vit fleiri íðkarar, ið fara at luttaka um tey norðurlendsku meistaraheitini. Kappingin fevnir bert um juniorar og sub-juniorar.
Tey fimm, ið eru send avstað, eru øll úr felganum í miðbýnum, nevnliga Burn Íðkarar. Hesi eru Sofus B. Jakobsen, Petur Fróðason, Petur Sigurd á Túgvu, Aron Matras Jensen og Rósa Matras Jensen.
Kappingin byrjar í morgin, leygardag, 15. september. Tá skulu fleiri av okkara íðkarum í eldin.
Sofus og Petur Sigurd leggja fyri kl 09:00 føroyska tíð. Báðir hava verið við í heilt nógvum kappingum í Føroyum og báðir hava kappast í Íslandi fyrr í ár.
Triði íðkari, ið skal kappast, er Rósa Matras Jensen. Hennara bólkur byrjar kl 9:30. Hon hevur bert kappast til FM í ár, har hon eisini gjørdist vinnarin av kvinnunum.
Kl 13:30 skal Aron Matras Jensen lyfta. Hann hevur bert verið til eina kapping fyrr. Tó hevur hann víst góð evni at røkka til NMJ.
Sunnudagin hava vit bert ein føroying á skránni. Tað er Petur Fróðason. Hann hevur eins og Sofus og Petur Sigurd, verið við til flestu kappingarnar, ið hava verið í Føroyum. Bólkurin hjá honum byrjar kl 09:00
Við teimun í Noregi er venjarin Rógvi Sørensen, ið er formaður Burn Athletics. Aftrat honum er Hjalmar Berthelsen sum hjálparavenjari hjá teimun.
Vit í Styrkisambandinum ynskja øllum íðkarum og venjarum góða eydnu í vikuskiftinum.
Livestream til kappingina:
Platform 1: https://livestream.com/nsf/nordic23-1
Platform 2:https://livestream.com/nsf/nordic23-2
Beinleiðis Úrslir frá kappingini:
https://styrkeloft.no/live/
Her kunnu tit síggja fyrrverandi úrslit hjá okkara íðkarum
Rósa Matras Jensen
Sofus B. Jakobsen
Aron Matras Jensen
Petur Sigurd á Túgvu
Petur Fróðason