KAPPING Í VEKTLYFTING Í TVØRMEGI LEYGARDAGIN 4/12 KL 14:00

Maibrit Reynheim Petersen trekkir 63 kg til FM í 21′

Í morgin, leygardagin 4. desember kl 14:00 í Tvørmegi, fara vektlyftarar at kappast í árligu jólakappingini, sum samstundis er fyrireiking til kapping uttanlands.

Føroysku vektlyftararnir hava havt stóra framgongd hetta seinasta árið, sum tað sást bæði í Føroyaleikunum og við donsku meistarastevnuna.

Næst á skránni er norðurlendska meistarastevnan fyrst í komandi ári. Vant verður fram til kappingina undir leiðslu av roynda danska venjaranum Frank Petersen.

Kappast verður eftir reglunum hjá altjóða vektlyftarasambandinum IWF. Vinnararnir av kappingunum verða funnir eftir Sinclair-stigum, tvs tvørtur um vektbólkar.

Kunning um kappingarreglur og limaskap er at finna á www.sff.fo. Styrkifelag Føroya skipar fyri kappingini. Innviging er kl 12:00 í Tvørmegi.

Fyri at kunna luttaka í kappingina í morgin ella vera áskoðari, krevst koronapass ella negativ pcr-roynd yngri enn 72 tímar.