Føroyar skipa fyri NM 2024 í vektlyfting og hava fingið norðurlendskan limaskap

Á eykaaðalfundi í Nordiska Tyngdlyftningsförbundet (NTF) í gjár vóru hini norðurlondini samd um at játta olympiskari vektlyfting í Føroyum endaligan limaskap í NTF við fullum atkvøðurætti.

Føroyskir vektlyftarar, sum síðsta árið hava fingið sera góð úrslit við kappingar í Danmark og eru í stórari framgongd, fara tí frameftir at luttaka í norðurlendskum høpi undir Merkinum.

Við føroyskum limaskapi kann Føroyuar skipa fyri norðurlendskum meistarastevnum, og samtykt bleiv, at NM 2024 verður í Føroyum við luttøku av eini 60 av bestu norðurlendsku lyftarunum.

NM í ár verður í Finlandi, og venjarin Frank Petersen væntar at kunna almannakunngera fyrstu úttøkurnar aftan á DM, sum verður 14. mai. Í 2026 skipa Føroyar fyri NM fyri ung.

Vektlyfting í Føroyum er skipað undir Føroya Styrkisambandi, FSS, saman við styrkilyfting, kúlulyfting og krossfitt. FM í vektlyfting verður 19. mars og í styrkilyfting 28. mai.

Norðurlond gjørdu eisini av, at NTF broytir navn til Nordic Weightlifting Federation (NW), og búmerkið verður broytt, so tað avspeglar nýggja heitið, og  at Føroyar nú eru við.

Føroyum varð játtað prinsipiellan limaskap fyri ársskiftið, men avgjørt bleiv tá at taka endaliga støðu fyrst í hesum árinum. Tað bleiv gjørt í gjár.