FM í styrkilyfting verður flutt til Føroyaleikirnar

Áður er boðað frá, at FM í styrkilyfting skuldi vera 28. mai. Nú er avgerð tikin um at flyta FM til Føroyaleikirnar. FM verður sostatt hildið fríggjadagin 1. juli.

Føroya Styrkisamband, sum er limur í ÍSF, skipar fyri føroyarmestarastevnuni í styrkilyfting. Kappingin verður hildin sambært altjóða ásetingum, við millum annað anti-doping reglum og kanningum.

Á Føroyaleikum fer eisini at verða kappast í vektlyfing og kúlulyfting, sum verða ávikavist leygardagin 2. juli og sunnudagin 3. juli.