Skip to content
Home » FM 2021 – Tað grør um gangandi fót – føroyingar taka seg fram innan vektlyfting

FM 2021 – Tað grør um gangandi fót – føroyingar taka seg fram innan vektlyfting

Næsta FM í olympiskari vektlyfting var í dag, 20. Mars 2021.

Vit kunnu staðfesta at støðið hækkar, og fleiri leggjast afturat. Allir luttakarar síggjast í úrslitstalvuni.

Heili 11 nýggj føroysk met vóru sett í dag.

Sinclair-stigin var nýttur at avgera vinnarar. Sinclar roknar lutfall millum kropsvektina á lyftaranum og vektina, sum hesin lyfti.

Nágreinilig úrslitini eru at síggja í úrslitstalvuni. Har sæst hvussu nógv luttakararnir lyftu í “trekk”, “vend og stoyt” og hvussu nógv tey lyftu samanlagt. Eisini síggjast Sinclair-stigini.

Úrslit kvinnur

Nr. 1 –Anna Kristina Norðberg Niclasen. Anna Kristina setti met í “trekk” har hon lyfti 73kg. Hon setti eisini met í “vend og stoyt”, har hon lyfti 94kg.

Nr. 2 – Maibrit Reynheim Petersen. Maibrit setti persónlig met í kappingini.

Nr. 3 – Erna Krett. Erna setti met í yngra bólkinum, í “trekk”, har hon lyfti 48kg

Úrslit menn

Nr. 1 – Niels Áki Mørk. Niels Áki setti met í “trekk” við 79kg. Hann setti eisini met í “vend og stoyt”, har hann lyfti 103kg.

Nr. 2 – Leif á Bøgarði – Leif setti met  í “vend og stoyt”, við 121kg.

Nr. 3 – Rudi Persson.

Úrslit kunnu síggjast her: https://urslit.styrkisamband.fo/wlcompetitions

Vit síggja fram ímóti eini spennandi framtíð innan kraftítrótt í Føroyum. Føroyingar kunnu veruliga gera seg galdandi á altjóða pallum, um vit bera okkum rætt at. Tað mest umráðandi er, at vit standa saman. Tað er umráðandi, at allir partar – venjingarmiðstøðir, ítróttarfeløg og myndugleikar –samstarva væl, og at vit leita okkum vitan aðrastaðni frá. Ikki minst er umráðandi, at tað fer at eydnast at skapa góðar fysiskar karmar til fysiska venjing til henda felagskap. Vektlyfting er ikki bert kappingarítrótt, tað er eisini sera góð stuðulsvenjing til annan ítrótt.