Enn ber til at melda seg til Føroyaleikir

Um tú kundi tonkt tær at luttikið til Føroyaleikir, so hevur tú enn møguleikan at melda til.

Tað verður kappast í:

  • Vektlyfting – hósdag 8 juli.
  • Kúlulyft (Kettlebell) – fríggjadag 9 juli.
  • Tvørmegi (Crossfit) – fríggja og leygardag 9-10 juli.
  • Styrkilyfting – leygardag 10 juli.

Send ein teldupost til nielsjuelarge@icloud.com har tú upplýsur fylgjandi:

  • Títt navn
  • Hvat fyri grein/ir tú ynskir at luttaka í
  • Tlf. nr.
  • Teldupost

Tíðarfreistin fyri tilmelding er 7 juli.

Vit vilja minna á at vit hava doping eftirlit, og fylgja reglunum um antidoping hjá ÍSF.
Meira nágreiniligt kann lesast um antidoping reglarnir á https://isf.fo/antidoping/

Vit vóna at tú kemur at luttaka og vit gleða okkum til at skipa kappingarnar. Vit síggjast!