Um endamálið við FSS

Endamálið hjá Styrkisambandinum er at menna styrkiítróttina í Føroyum. Vektlyfting (Weightlifting) og Styrkilyfting (Powerlifting) verður fremsta fokus, men ætlanin er eisini at hýsa øðrum viðkomandi kraftítróttargreinum.

Styrkisambandið skal skipa fyri førleikamenning og skeiðum, ið hava til endamáls at útbúgva fólk, venjarar, dómarar og íðkarar, so betri umstøður verða at skipa fyri føroyskum kappingum á altjóða støði í viðkomandi ítróttargreinum.

Styrkisambandið skal skipa fyri kappingarkørmum, sum eru galdandi fyri almennar FM kappingar og øðrum kappingum, viðlíkahalda almennar metlistar v.m

Styrkisambandið skal virka fyri einum væl grundfestum hugburði, um sunnan venijngarsið og um rættar ítróttarligar kappingarmeginreglur.