Crossfit: Synne og Eyðstein tóku gull

Tað vóru seks íðkarir meldaði til kappingina, fýra menn og tvær kvinnur. Kappingin var samansett av fimm ymiskum umførum, sum vóru avhildin fríggja- og leygardagin.

Tá samanum kom vóru vinnararnir Eyðstein Simonsen hjá monnum og Synne We Ellingsen hjá kvinnum. Hinir luttakararnir vóru Turið í Homrum, Bartal Kamban, Marius Thomasen og Eyðun Højgaard.

Í Crossfit verður kappast í bæði úthaldni, styrki, fimleika og kvikleika fyri at finna tann luttakaran, sum er best fyri tá øll ítróttarlig barometur eru vigaði.