Ársfrágreiðing 2020-21

Status – tað vit hava arbeitt við

Styrkiítrótt í Føroyum er í menning

Í 2020 og 2021 var rættilig gongd sett á at menna styrkiítróttina í Føroyum. Serliga at menna neyðugu
førleikarnar at fyriskipa og døma og ikki minst at lyfta. Í menningartilgongdini samstarva vit tætt við Dansk
Vægtløftingsforbund við Frank Petersen og Dansk Styrkeløftforbund við Klaus Brostrøm.
Ein týdningarmikil liður í gongdini er at savna tær kreftir, sum eru her heima, og tær eru ikki fáar.
Tað grør um gangandi fót og longu eru ábendingar um, at føroyingar hava góðar møguleikar á altjóða
pallum.

Førleikamenning leggur lunnarnar

Vit kunnu sjálvi skipa allar kappingar
Ellivu føroyingar hava tikið “Dommer B” prógv. IWF góðkendi skeiðshaldarin og fyrrverandi altjóða lyftari,
Jabbar Yazdani stóð fyri skeiðnum, sum var í oktober 2020. Nú kunnu vit sjálvi fyriskipa kappingar he
heima, uttan hjálp uttanlands frá, og tað skapar stórar møguleikar.

Fleiri skeið í vektlyfting í 2020 og 2021 – í Føroyum og í Danmark
Í august 2020 og í oktober luttóku føroyingar í sokallaðum “training camps” í AK Atlas í Slagelse, sum vardu
fimm dagar hvørja ferð. Her hittu vit bestu venjarararnar og lyftararnar í Danmark.
Í oktober 2020 var fimm daga skeið í vektlyfting, har 28 luttóku. 9 danskir landsliðslyftarar vóru við og
kveiktu. Skift var ímillum Tvørmegi, Burn og Yndi.
Ymisk skeið hava verið í sambandi við kappingar her heima, í desember 2020 og mars 2021. Skeið fyri
framkomnar lyftarar, skeið fyri nýbyrjarar, og eisini skeið fyri venjarar.
Fremsta mál nú er at útbúgva dómarar, so at vit kunnu skipa fyri kappingum í styrkilyfting. Eisini vera skeið í
kappingarfyriskipan. Tiltak skuldi vera í februar, men er útsett til orsakað av Korona.

Fleiri og fleiri luttakarar í kappingum og støðið hækkar

Tvær kappingar hava verið í vektlyfting (olympisk vektlyfting). Jólakappingin 12. Desember 2020 og FM 20.
mars 2021. Vit kunnu gleðast um at fleiri lyftarar leggjast afturat og at støðið hækkar, heili 11 met vóru sett
í FM kappingini. Okkara bestu lyftarar kunnu longu kappast um bestu heiðursmerkini í Norðurlondum.
Stórur áhugi er millum áskoðarar, tað er eisini at fegnast um.

Framtíðarmál

Styrkja samstarv og byggja brýr framhaldandi

Halda á at byggja brýr innan kraftítróttarumhvørvi – venjingarmiðstøðirnar allar.
Arbeiða miðvíst við, at royna av, og kanna hvussu frívektsvenjing og funktionell venjing (allar kraftgreinar)
kann hava jaliga ávirkan á aðra ítrótt. Vera við at lyfta støðið í ítrótti og venjing yvirhøvur
Hetta er samstarv við fleiri aktørar innan ymsar geirar – ÍSF, ítróttargreinar/ser- og menningarsambond
(hondbólt, fótbólt, kappróður, sykkling, badminton osv osv), Setrið, Fólkaheilsuráð, skúlaverk osv.

Karmarnir vera styrktir

Styrkisambandið og Styrkifelag Føroya eru í breiðum samstarvi við ÍSF, venjingarmiðstøðir, kommunur og
aðrar áhugabólkar um at skapa felagskap og karmar. Vit leita eftir fígging til kappingarútgerð,
landskappingarskráir er ávegis, og ætlan er um úrslitsskipan við dygd.

At finna felagshøli er heilt avgerandi og Styrkisambandið er í samstarvi við aðrar smærri ítróttargreinar um
at finna stað at íðka og kappast saman.
Bacalao hevði verið ideelt stað, tí her er nógv pláss, fleiri smærri ítróttargreinar eru longu farnar til verka
har. Her eru góðar umstøður, at hava eitt virkið venjingarumhvørvið, umframt eitt frítíðarumhvørvi hjá
umgum og øðrum, at vera saman í. Ikki minst er potentiali, at ymsu ítróttargreinarnar kunnu læra hvør av
øðrum – atlet til atlet og venjara til venjara.

Eydnast hetta, kann farast undir at veita skipað venjingartilboð til limir í felagskapinum.

Um vit liggja á takinum og halda á við tí menning sum er, og um vit fáa Tórshavnar kommunu at draga
saman við okkum, so koma vit, ógvuliga sannlíkt, at síggja føroyskan kraftítrótt í fremstu røð í
Norðurlondum um nøkur ár, kanska eini 3 ár.

Meira skipað samstarv við Frank

Málið er at Frank kann koma meira regluliga til Føroyuar, har vit arbeiða við fleiri sporum, sjálvur og, um tað
eydnast, saman við øðrum føroyskum venjarum, sum longu hava góðar førleikar (frá fimleiki, hondbólti,
crossfit osv osv):

• Uppfylging og venjing av einstøkum atletum við støði í settum málum
• Felagsvenjingar SFF limir
• Skeið fyri vand og óvand
• Skeið fyri venjarar í kraftítrótti/Crossfit/vm (train the trainer)
• Skeið fyri venjarar innan annan ítrótt (train the trainer)
• Skeið fyri ítróttarlærarar í skúlunum
• Samstarv ísv testdepil (ÍSF og onnur) har tað verður granskað í fysiskari venjing. Tað er væl av
førleikum í Føroyum, sum er. Vit ynskja at vera við í mun til sjálvt innihaldið (kraftítrótt/funktionella
venjing). Eisini kunnu vit virka sum ein sambindingarliður millum fleiri umhvørvi í hesum sambandi.

Arbeitt verður við strategi at finna fíggingg og at byggja “koalitiónir”.

Altjóða mál

Møguleikar skulu vera hjá føroyingum at umboða Føroyar í norðurlendskum og altjóða kappingum. Málið er
at fáa føroyskan limaskap í altjóða felagskapunum innan vektlyfting NTF (Norðurlond) , EWF (Europa), IWF
(heimurin). Ein landsliðshópur er ávegis. Í løtuni kanna vit, um Føroyar kunnu standa sum vertir fyri
Norðurlandameistarakappingini um nøkur ár.

Europeisk vektlyfting er vorðin ein ítróttur, har nógvar kvinnur úr Norðurlondum kappast um tey góðu
úrslitini. Nú EM var í Moskva í olympiskari vektlyfting, vóru helvtin av lyftarunum kvinnur. 40 lond luttóku.

Vit síggja stórt potentiali hjá føroyskum kvinnum at kappast á altjóða stigi, í hesari ítróttargrein.

Málið er at luttaka við einum føroyskum landsliði í Norðurlandameistarakappingini og EM í tíðarskeiðnum
2022 – 2024
Hetta krevur loyvi (licens NTF – EVF – IWF), sum kostar uml. 11000 kr. um árið.

Ítøkilig mál 2021
• Dagføra heimasíðu
• Dómaraskeið power lifting juni 2021. Við Klaus Brostrøm frá Dansk Styrkeløft Forbund
• Kapping í Spanien – Anna Kristina, Maibrit, Pól Hendrikkur
• Føroyaleikir 8.- 11. Juli – OL, Power, Kettlebell, Crossfit
• Avtala við venjingarmiðstøðir um avsláttarskipan fyri atletar úrvalsítrótt.
• Avtala við venjingarmiðstøðir um avsláttarskipan fyri SFF limir.
• Skeið um fysiska venjing við teori fyri nýggjar venjarar, eisini innan annan ítrótt.
• Luttøka DM, 4 atletar hava klárað krøvini
• Venjingarlegu Slagelse – so nógvar luttakarar, sum gjørligt

Ítøkilig mál 2022 – 2023
• Norðurlenska junior meistarakapping 1 atlet
• U 20 union cup small nations 1-2 atletar
• Norðurlenska meistarakapping vaksin 3-4 atletar
• EM senior 1 atlet
• Gera úrslitsskipan

Ítøkilig mál 2023 – 2024
• Tá vit fáa limaskap í NTF 2021-2022, fara vit samstundis at søkja um at kunna halda kappingina,
NM, í Føroyum 2024.