Ongantíð fyrr eru so nógv met sett í Olympiskari Vektlyfting í Føroyum

Fyrsta kappingin í Olympiskari Vektlyfting er nú av – og ongantíð fyrr eru so nógv met sett á einum degi.

Kappast varð í Sinclair, meðan metini vóru sett í vektklassunum, sum lyftararnir stillaðu upp í. Harumframt vóru bæði ungdóms- og masterlyftarar, ið eisini settu met í hesum aldursbólkum.

Styrkifelag Føroya vil takka øllum, ið hava luttikið, hjálpt til ella á annan hátt stuðla undir ítróttinum, ið stendur í vøkstri. Vit gleða okkum til næstu kapping.