12 nýggir B-dómarir í Styrkilyfting

Í dag fingu 12 føroyingar prógv sum B-dómarir í Styrkilyfting, aftaná at hava verið á skeið, sum Føroya Styrkisamband skipaði fyri, saman við Dansk Styrkeløft Forbund.

Styrkisambandið takkar Dansk Styrkeløft Forbund fyri eitt gott skeið.

Á myndini síggjast øll sum vóru á skeið, saman við umboðum frá Dansk Styrkeløft Forbund.

10. juli, til Føroyaleikir, verður kapping í Styrkilyfting.